- Eg eri væl nøgd. Tað gjørdist ein sera góð konsert, ið hevði eitt heilt serligt huglag (stemningur, blðm.). Talið av áhoyrarum kundi verið størri, tí har vóru eini hundrað fólk, ella har á leið, men konsertin gjørdist so avbera góð og tað var líkasum nakað heilt serligt yvir tiltakinum. Nøkur av teimum, ið skuldu á pallin fyrst, skuldu víðari at syngja aðrastaðni, men vórðu tó verðandi alla konsertina, sigur Angela Petersen, fyreikari.
Tað var Skandinaviska Barnamissiónin, ið heitti á hana um at skipa fyri tiltakinum. Felagsskapurin hevur ferðast í Føroyum síðstu dagarnar. Endamálið er at fáa til vega faddrar, ið hjálpa neyðstøddum børnum í Ukraine og á Filipsoyggjum. Hetta hevur gingið væl.
- Ikki minst tey frá Skandinavisku Barnamissiónini hugnaðu sær undir stuðulskonsertini, sigur Angela.
Og hon fegnast um, at endamálið við konsertini eydnaðist.
- Tað vóru eini 18, sum teknaðu seg sum faddur. Ein faddur hjálpir trimum børnum. Og so var eisini eitt lítið yvirskot av konsertini, ið fer til felagsskapin, sigur Angela Petersen.










