Tað er fyritøkan Synergi, sum stílar fyri hesum afturvendandi tiltakinum, ið dregur fólk úr øllum landinum til høvuðsstaðin hesar báðar dagarnar fyri at kunna vitja teir gott og væl hálvthundrað fjølbroyttu básarnar og annars vera við til tey mongu tiltøkini, sum verða fyriskipað á tí stóra pallinum í sambandi við stevnuna so sum mótashow, Føroya Bjór show, McGavin hárshow, dansishow og hundashow.
”Eitt satt mekka av lekkrum vørum og tænastum til bæði kvinnur, menn og børn” skriva fyrireikararnir í innbjóðingini til stevnuna, sum varð sett leygarmorgunin og helt fram allan sunnudagin. Henda øðrvísi handils- og sølustevnan vendi sær eisini til fólk, sum vildu kanna heilsuna, og her gekk m.a. Klaksvíkar kommuna undan við at kanna lunguni hjá gestunum og Apotekið við at kanna húðina. Eisini kundi tú treffa sálarfrøðing, sum kundi kurera ein fyri flogræðslu. Umframt at kunna keypa alskyns vørur kundu tey vitjandi eisini fáa lívsstílviðgerð av ymsum slag og sunnan og góðan kost.
Fyrireikararnir siga við Sosialin, at royndirnar frá hesum báðum fyrstu lívsstílstevnunum hava verið so mikið góðar, at tær nú fara undir at fyrireika ta triðju stevnuna. –Høvdu vit bara havt eina enn størri høll, so høvdu vit kunnað gjørt stevnuna uppaftur meira fjølbroytta og spennandi siga tær báðar Annika og Ása, sum vit eisini kenna so væl frá teimum mongu ráðstevnunum og skeiðunum, ið Synergi so ótroyttiliga leggur til rættis gjøgnum alt árið.
Hoyrið meira til Lívsstílstevnuna í Vinnu- og handilsrásini á Rás2 í dag eftir klokkan 16.