Í samband við missinónsmánaðin hjá KFUM og K, varð skipað fyri konsert í Cristianskirkjuni næstseinasta sunnudag.
Í 25 ár á rað, hevur heimamissiónin skipað fyri sangskeiðum, seinastu árini í Nesvík.
Tað vóru vaksnamanna- og barnakór frá sangskeiðnum har, ið saman við orkestri, gleddu áhoyrararnar við frálíka sangi og spæli sínum.
Konsertin í Christianskirkjuni hevur eisini gjørt sítt til at savna fólk til møtini, sum henda mánaðin verða hildin í KFUM.
- At ganga á møti, er sum alt annað ein vanasak, og sjálvsagt
vóna vit, at fleiri fara taka henda góða vana til sín, siga tey í KFUM og K í Klaksvík.









