Væleydnað framløga hjá Tórði Jóanssyni og Neil Dickson í Fuglafirði

Seinnapartin í dag hevði Tórður Jóansson, rithøvundur og gudfrøðingur, framløgu av ritgerð, sum hann hevur skrivað, um brøðrasamkomurnar í Føroyum.

Saman við Tórði varð samstarvsfelagi hansara, Neil Dickson, doktari og samskipari í The Brethren Archivist and Historians Network, úr Skotlandi.

Framløgan var í Siloa í Fuglafirði. Zacharias Zachariassen hevði eisini eitt stutt innlegg í samband við framløgurnar hjá Tórði Jóanssyni og Neil Dickson.

Aftaná framløgurnar fingu vit orðið á Tórð Jóansson og Neil Dickson. Tórður Jóansson leggur áherðslu á, at brøðrasamkomurnar í Føroyum hava havt stóran týdning fyri mentanarligu og vinnuligu menningina, sum hevur verið í Føroyum. Neil Dickson heldur brøðrasamkomurnar í Føroyum verða eitt ógvuliga áhugavert fyribrigdið innan altjóða brøðrasamkomuskriving, eisini sæð í ljósinum av, at onga aðrastaðni í heiminum eru brøðrasamkomurnar so nógvar í tali í mun til fólkatalið.

Tað ber til at hoyra samrøðurnar við Tórð Jóansson og Neil Dickson undir greinini.