FLOGBÓLTUR
Fyri góðum mánað síðani var FK-kappingin hjá eldri deldum á skránni. Tá gjørdist Mjølnir vinnari hjá monnum, meðan KÍF vann hjá kvinnunum. Næstseinasta vikuskiftið skuldu yngru deildirnar hjá flogbóltsfeløgunum so spæla FK-kapping, og henda kappingin eydnaðist stak væl.
Fleyr gjørdist stóri vinnarin hjá gentunum
Kappingin fyri yngri deildir byrjaði fríggjakvøldið 10. november, og hetta kvøldið vardi hon heilt til kl. 23 á kvøldi. Leygardagin spældu liðini so frá tíðliga á morgni til langt út á kvøldið. Kappingin var á skránni í Gundadalshøllini, Hoyvíkshøllini og Læraraskúlahøllini.
Hjá gentunum gjørdist havnarfelagið og felagið, sum fyriskipar FK-kappingina, Fleyr, stóri vinnarin. Av teimum fimm deildunum megnaði Fleyr at vinna tríggjar av teimum, og hetta er eitt sera flott úrslit. Fleyr vann hjá gentum 10 gentum ár, gentum 14 ár og gentum 16 ár, so framtíðin hjá Fleyr sær lovandi út.
Hjá gentum 12 ár vann TB a, og hetta var einasta kapping, sum TB vann hjá gentunum. Í elsta aldursbólkinum á gentusíðuni, sum er kvinnuunglingar, megnaði KÍF at vinna. Bæði TB og KÍF vunnu eisini onnur heiðursmerki hjá gentunum, men tað mest sermerktu úrslitið stóð TB fyri.
Hjá gentum 12 ár møttust TB a og TB b í finaluni. Her vann TB a dystin, og sostatt fingu tær gull og TB b fekk silvur. Men hetta var ikki tað einasta, sum TB vann í gentum 12 ár. TB d vann nevniliga bronsudystin, og tískil vann TB heili trý heiðursmerki hjá gentum 12 ár.
Nógvir vinnarar hjá dreingjunum
Var Fleyr stóri vinnarin hjá gentunum, so var kappingin hjá dreingjunum sera jøvn, har nógv ymisk feløg vunnu deildirnar.
Mest vinnandi felagið hjá dreingjunum gjørdist TB, sum tó bert vann eina kapping. Teir vunnu nevniliga kappingina hjá dreingjum 14 ár, men TB fekk nógv onnur góð úrslit, og tí gjørdust teir mest vinnandi liðið hjá dreingjunum. Í hølunum á teimum kom SÍ, sum eisini vann eina kapping. SÍ vann kappingina hjá dreingjum 16 ár, men eisini teir fingu fleiri onnur góð úrslit, so júst TB og SÍ settu dagsskránna hjá dreingjunum.
Mjølnir megnaði eisini at vinna eina kapping hjá dreingjunum, tá teir vunnu dreingir 12 ár. At hetta er sterkasti aldursbólkurin hjá Mjølni kom væl til sjóndar, tí Mjølnir megnaði nevniliga eisini at vinna bronsu í hesum aldursbólkinum.
Nøvan vann mansunglingar
Tvey onnur lið megnaðu eisini at vinna kappingar hjá dreingjunum. Í yngsta aldursbólkinum megnaði Dráttur at vinna sína einastu medalju hjá dreingjunum, meðan Nøvan vann mansunglingarnar.
Fyri knappari viku síðani valdi Nøvan at taka liðið úr kappingini í meistaradeildini hjá monnum, tí teir mettu ikki grundarlag vera fyri at halda fram restina av kappingini. Liðið hjá Nøvuni hevur verið sera ungt, og teir hava havt ilt við at spæla upp í móti royndu leikarunum hjá hinum feløgunum. Tí var stuttligt at síggja, at ungu leikararnir hjá Nøvuni megnaðu at vinna mansunglingakappingina, og hetta boðar samstundis frá einum góðum og evnaríkum liðið, sum tó er nakað ungt enn at skula klára seg í bestu deildini. Men kanska teir vera klárir um fá ár, tá leikararnir hava fingið eitt sindur fleiri royndir.
Annars er at siga, at fleiri aðrir kappingar vera á skránni fyri yngri deildir hetta kappingarárið. Næsta kappingin á skránni hjá teimum yngru verður Mjølnir kappingin. Hon verður leikt í Klaksvík og á Kambsdali tann 20. januar.