Føstulávint
Barnatiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinasta leygardag eydnaðist sera væl og tey umleið 300 børn og vaksin, sum komin vóru saman at hyggja at Angelu og klovninum, Hannibal, hugnaðu sær óført.
Flestu børnini komu í grýluklæðum, og tað var ikki sørt, at onkur vaksin eisini hevði pyntað seg eitt sindur.
Tey eru ófør
Tiltakið byrjaði við, at Angela og Hannibal høvdu sína framførslu, sum vardi ein tíma ella so.
Samson Nesá, sum starvast í Mentanarhúsinum, sigur, at børnini vóru ógvuliga hugtikin av teimum báðum.
- Tey høvdu eina góða og undirhaldandi framførslu, og tað er áhugavert at síggja, at Angela og Hannibal ikki standa í stað, men broyta seg alla tíðina, sigur hann.
Barnatiltakið í Mentanarhúsinum vardi einar tveir tímar tilsamans.
Børnini fingu føstulávintsbollar og sodavatn, og tey vaksnu fingu kaffi.
Børnini hugnaðu sær óført...
Tríggjar tær vakrastu grýlurnar fingu ein kassa av sodavatni í part frá Faxe, sum Poul Michelsen umboðar.
Atgongumerkini til barnatiltakið kostaðu 50 kr.
Onnur tiltøk
Men Mentanarhúsið hevði eisini nógv onnur tiltøk á skránni í vikuskiftinum.
Stórt, kalt borð var leygarkvøldið, og seinni var 60-ára dansur við Silly Boys og Thunderbirds.
Sunnudagin var vísukonsert við Stanley Samuelsen og Hanusi G. Johanesen.