Væl vitjað ungdómsstevna

Ebenezer: Um vikuskiftið skipaðu tey ungu í samkomuni Ebenezer í Havn fyri árligu undgómdstevnuni.

Við hesa stevnuna hevði ein sett eina yvirskrift yvir stevna "Hvat er lívið?", og varð hetta lýst á ymiskan hátt í talu, sangi og vitnisburðum.
Rættiliga nógv ungfólk vóru á stevnuni. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið mundi talið av fólki vera um 1000 tilsamans.
Leygarkvøldið talaði trúboðarin Símun í Túni. Sum ein part av skránni hetta kvøldið var møguleiki hjá teimum ungu at hoyra um ymiskar felagsskapir, sum arbeiða við kristniboðan úti í heimi.