Væl vitjað páskastevna

Páskastevnan 2005 varð á fyrsta sinni hildin í nýggju Kelduni í Skálabotni. Og fyrireikararnir eru sera fegnir um stevnuna, sum eydnaðist sera væl.
Í sambandi við stevnuna var ein nýggjur matsalur tikin í nýtslu, har ymiskt til matna fekst til keyps. Hetta gjørdi, at fólk kundu slappa av og ikki noyddust at skunda sær til hús til. Av tí sama bleiv stemningurin á stevnuni meira avslappaður, og fólk høvdu tíð at práta saman og hugna sær.

Gamlir slagarar
Millum tey mongu tiltøkini á skránni var eitt serstakt "Syngið við"-tiltak sunnukvøldið.
Hetta tiltakið var lýst sum eitt kvøld, har ein tók nakrar av teimum gomlu perlunum fram úr sangskattinum. Við slagarum sum t.d. "Á Gud tín náði", "Guds Ark" og "Jeg går aldri mere tilbake" var grundarlagið lagt fyri einum feststemningi á kvøldinum.
Sum forsangarar luttóku Bill Justinussen, Finnur Hansen, Petur Hans Hansen, Gullak og Jonhilda Hansen, og Lisa Frederiksberg. Eisini bleiv ein vitnisburður frá Jens Vestergaard vístur á stórskýggja.