Væl uppiborin sigur

Ungi Róaldur Jacobsen var uttan iva ein av dagsins monnum á B36-liðnum, og hann var fegin um sigurin.

- Vit spældu ein ómetaliga góðan dyst. Vit arbeiddu allir hart fyri hvørjum øðrum, og sigurin var væl uppiborin, segði Róaldur eftir dystin, og peikar serliga á verjupartin sum ein umráðandi lið í sigrinum. B36-hópurin hevur als ikki smakkað nakra summarferiu, men hetta hungraðu teir ikki, ið hvussu er ikki Róaldur, eftir. - Eingin summarferia á skránni, men vit eru ikki troyttir. Alt koyrir bara, og lagið í hópinum er, sum altíð, gott, staðfesti Róaldur. Sunnudagin verður dystur um Havnina, tá ið B36 og HB bresta saman í Gundadali. Eru tit í B36 klárir til uppgávuna? - Um man ikki er klárur at spæla ímóti HB, so er man ongantíð klárur, segði Róaldur Jacobsen at enda.