INSERAR FRÁ INNI:
Húsini eru í trimum hæddum – í alt 198 fermetrar. Harafturat er úthús á um 12 fermetrar. Húsini eru bygd í 1989, men eru dagførd so við og við, so tey sýnast sum eini nýggj hús. Lat okkum fara ein túr runt í húsinum.
Tá ið tú kemur til húsini, kanst tú seta bilin inn í snøgga og nýbygda bilskúrin, og síðani eru tríggjar inngongdir at velja í. Tú kanst fara inn í eitt sera snøgt úthús, eitt rættiligt mannfólkarúm, har tú kanst hava amboð/ítriv og hagreiða fisk og annað. Fert tú longur, kanst tú fara inn í eina gongd, ið førir inn í eitt stórt og snøgt bryggers og víðari inn í køkin ella út í ein fjálgan og innilokaðan garð/terassu á sólsíðuni við flísum, runnum og hugnaljósum. Eru nakrar sólstrálur, kanst tú fara beint út og sita í læ, sóla tær, ella njóta ein munn og ein bita. Har er eisini ein lítil og vælnýtiligur hjallur.
Fert tú inn hinvegin, kemur tú inn í ein dur / gongd við garderobu og gestawc. Fert tú longur inn kemur tú inn í eitt sera snøgt og hugnaligt alrúm. Har er køkur til aðra síðuna, borðstova til hina síðuna, stova til triðju síðuna og hugna-/sjónvarpsstova til fjórðu síðuna. Frá niðastu hædd fert tú upp trappurnar til miðhæddina. Har kemur tú upp til eitt stórt rúm, ið kann vera bæði alrúm / arbeiðsrúm og hugnastova. Bert hugflogið setur markið. Haðani kanst tú fara inn í eitt sera snøgt og nýliga gjørt baðirúm. Eisini er hjúnarrúm og eitt stórt kamar, ið upprunaliga hevur verið tvey kømur. Tvær hurðar eru, so tað kann væl býtast upp aftur, um tú ynskir tað. Síðan kanst tú fara longur upp trappurnar til ovastu hædd. Har er ein lítil gongd og eitt stórt kamar.
Tú sært skjótt, at talan er um eini dygdarhús. Tilfar og handverk er av tí besta, og hartil eru húsini hugnalig og sjarmerandi. Sjónvarps- og teledósir eru í øllum rúmum. Tú kennir teg væl alt í einum, tú kemur inn. Fert tú fram í vindeyga, hevur tú frálíkt útsýni út í vøkru náttúruna, tí útsýnið er frálíkt, og uppiá sært tú oman yvir Ternurygg og út á fjørð við Nólsoynni í baksýnini. Tú ert so nær náttúruni, at tú fært eina kenslu av at vera úti á bygd.
Húsini eru væl egnað til allar aldrar – bæði til ung og eitt sindur eldri. Pláss er fyri børnum í ymiskum aldrum, og pláss er fyri, at tey vaksnu arbeið heima. Húsini eru sera livilig og innbjóðandi, og einki er at ivast í, at her kanst tú trívast. Stór vindeygu eru ímóti ljósinum, og alt er ljóst og “lekkurt” og lætt at innrætta.
Meira fæst at vita frá fryntligu og fyrikomandi starvsfólkunum í Inni á tel. 354200.