Ítróttaklumman
Ikki er gott at vita, hvussu nógv PCB, DDT og onnur óhugnalig tungmetallir Helgi Dam Ziska og liðfelagarnir á føroyska landsliðnum hava etið gjøgnum árini.
Men í øllum førum tykist hetta ikki hava sett síni spor í frálíku talvheilarnar, sum talvlandslið okkara hevur.
At Føroyar nú eru millum 60 tær bestu tjóðirnar í heiminum á puntuta brettinum, er einki minni enn eitt bragd. Og sammeta vit við eitt nú fótbóltslandsliðið, har altjóða styrkilistin verður dagførdur hvønn mánað, gerst talið ikki minni imponerandi.
Nú hava okkara menn aloftast staðið seg betur á puntunum enn á grøna svørðinum, men seinnu árini hevur talan verið um markanta og einvísa framstig hjá telvarum okkara.
Og orsøkin til hetta er so sára einføld. Talvsambandið tók fyri árum síðani stig til at gera talvið ein púrasta náttúrligan part av uppaling og menning hjá føroyskum ungdómum.
Sjálvandi ala vit ikki nakran altjóða stórmeistara á hvørjum ári, men við at lata dyrnar upp fyri øllum, økti Talvsambandið sannlíkindini fyri at fanga næsta stórmeistaran, áðrenn áhugamálini gjørdust nøkur onnur. Og ikki minst kundi frálæran við hesum byrja so tíðliga, sum tað nú er møguligt og ráðiligt.
Hetta hevur eisini ment eldru og meira royndu telvararnar. Við at síggja eitt nýtt ættarlið av telvarum koma fram, eru teir royndu trýstir at spenna seg enn meira út, og at síggja ein mest sum tilkomnan harra Andreasen fáa sítt veruliga gjøgnumbrot nú í Dresden, var ein ófatuliga stuttlig eygleiðing. Ikki minst hjá Talvsambandinum sjálvum, sum við hesum fekk ein eina váttan fyri framúr arbeiði sítt.
Og sum prikkurin yvir i’num hevur føroyski talvheimurin so eisini sjálvur skapt karmar um altjóða avbjóðingar á heimabeiti fyri føroyskar telvarar. Eingin ivi er um, at stóru kappingarnar í Klaksvík og Suðuroy hava hvest talv- og flogvitini hjá føroyskum telvarum enn meira.
Alt samalt lutir, sum bera boð um, at tað loysti seg at seta sær stór mál. Eitt orðafellið sigur, at tú skalt finna hægsta punktið á garðinum, og so bara hoppa alt tað, sum tú ert mentur. Og higar til hevur føroyskt talv hoppað heilt høgt.









