Væl nøgdur við føroyska luttøku

? Oljufeløgini eru vorðin sannførd um og hava tikið til eftirtektar, at leiting á føroyska landgrunninum gongur út frá Føroyum, sigur Eyðun Elttør, nú borurin er settur í

 

oljuleiting byrjar

 

Jan Müller

 

????????????????

 

 

 

 

 

? Eg eri væl nøgdur við gongdina og hava vit í Oljumálastýrinum gjørt okkara ítarsta til, at hetta skuldi hepnast væl, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, sum eisini hevur verið rættiliga avgjørdur við oljufeløgini. Hann ger greitt, at eingi serstøk undantøk eru givin feløgunum, tvørturímóti hava tey fingið greið boð um at halda seg til reglurnar, settar eru teimum ? í besta forstáilsi.

 

? Vit hava bjóðað út, eg havi skrivað undir uppá nøkur loyvi, og tey ynski eg verða fylgd.

 

Elttør heldur sjálvur, at tað hevur eydnast sera væl at fáa føroyska luttøku inn í alla oljutilgongdina. ? Vit síggja hetta í sambandi við tyrluflutning, skipatænastu, útgerðarstøðina, tilbúgvingararbeiðið og veiting av tænastum til pallarnar. Elttør vísir á, at vit eisini síggja eitt samstarv, har føroyska skúlaverkið er uppií, saman við skúlaverkinum í grannalondum og hetta sæst eisini aftur í sambandi við at menna samstarvið millum føroyskar fyritøkur og útlendskar.

 

? Samanumtikið eri eg væl nøgdur við føroysku luttøkuna í oljutilgongdini.

 

Eyðun Elttør sigur seg vóna, at uppfylgingin verður góð, eitt nú soleiðis, at Mentamálastýrið, sum skotið upp av sær, kann fara undir tær kanningar, sum eru so neyðugar í kjalarvørrinum á møguligum fundum.

 

Elttør heldur eisini, at oljufeløgini hava tikið til eftirtektar krøvini um føroyska luttøku.

 

Verður olja funnin skulu oljufeløgini boða Oljumálastýrinum frá hesum. T.v.s. at tað verða føroyskir myndugleikar, sum saman við operatørfeløgunum, ið fara at almannakunngera upplýsingar um møgulig fund. Úrslitið av boringini verður tó neyvan kunngjørt fyrr enn boringin er liðug.

 

? Feløgini eru vorðin sannførd um, at leiting á føroyska landgrunninum gongur út frá Føroyum.

 

Vit fáa eina so stóra spjaðing av virksemingum, at stórir partar av landinum verða við í oljuvinnuni frá byrjan. Meira haldi eg ikki, man hevur kunnað kravt av okkum, sum hava lagt gongdina til rættis.

 

Mikudagin skuldi Shell stjórin, Linda Armstrong, ið stendur á odda fyri leiting á øllum Atlantsmótinum, hava fund við Oljumálastýrið ? fyri at kunngera, at Sheller við aftur í Føroyum ? saman við BP. Eyðun Elttør hevur fyrr ynskt Shell vælkomnum aftur í Føroyum.