Hóast tað bleiv til eitt 19. pláss, so eru genturnar í Havnar Fimleikafelag væl nøgdar við túrin og framførsluna í HM kappingini í estetiskum fimleiki. Men tað kundi gingið heilt gali, tá tónleikurin brádliga steðgaði upp.
Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag kappaðust í gjár um HM heitið í estetiskum fimleiki. Við í kappingini, sum var í Tartu i Estlandi, vóru íalt 26 lið ùr Russlandi, Estlandi, Letlandi, Ukreina, Ungarn, Tjekkia, Finnlandi, Bulgaria, Spania, Canada, Danmark og Føroyum. Liðið hjá HF kom inn á gólvið sum nummar 13, og framførslan byrjaði væl. Komin meir enn miðskeiðis í seriuni, steðgaði tónleikurin brádliga. -Eg bleiv so kløkk, tá tónleikurin steðgaði og ein sera óbehagilig kensla for ígjøgnum meg. Men tá øll tey mongu viðhaldsfólkini, sum vóru í høllini klappaðu, heppaðu og róptu á okkum, hugsaði eg: YES, vit kunnu gott gera hetta umaftur! Stuðulin frá finsku áskoðarunum, sum vóru gott helvtin av teimum mongu viðhaldsfólkunum, var sera stórur og tey mongu blá-hvítu fløggini veittraðu dúgliga. Hetta hjálpti mær veruliga at samla mót, til enn einaferð at fara út á gólvið og gera mitt besta, sigur Anna Helena Ejdesgaard og hinar seks kvinnurnar nikka samdar.
Venjaraparið, Eyd Strøm og Ruth Smith, fingu eisini ein skelk, tá tónleikurin brádliga steðgaði, men tað er krav at hava tvær fløgur við, um eitt tílíkt óhapp skuldi hent. Tær skundaðu sær út eftir hinari fløguni og royndarspældu tónleikin einaferð. Tíbetur spældi tónleikurin uttan nakran steðg, og eftir eitt lítið peptalk, gjørdu genturnar seg kláran at fara út á gólvið aftur, skrivar Havnar Fimleikafelag í tíðindaskrivi.
- Eg vóni at vit til næstu kapping fara at nýta MP3 fílar, tí tá skuldi hetta óhappið ikki kunnað komið fyri, sigur Eyð Strøm, venjari. Av tí at tónleikurin steðgaði fingu fimleikararnir enn ein møguleika at gera seriuna. Aðru ferð gekk enn betur enn fyrstu ferð, og kvinnurnar fullførdi eina framførslu sum gekk væl, sambært Havnar Fimleikafelag. Liðið frá HF endaði á einum 19. plássi og eru tær sera væl nøgdar, serliga við tí í huga at altjóða reglugerðin ì IFAGG er herd munandi.
Úrslitini frá kappingini síggjast á www.hf.fo.
Í morgin verður finalan, har 10 tey bestu liðini fara at kappast um HM heitið. Ferðalagið hjá Havnar Fimleikafelag kemur heimaftur mánakvøldið.