føroyavitjan
Allir næmingarnir og lærarar í báðum skúlunum í Klaksvík sóu H. C. Andersen-Paraduna.
Í Atlantis vóru tvær fullsettar framførðslur - So smá 1000 fólk í Klaksvík sóu ævintýrini hjá H. C. Andersen frá úr einum øðrum og spennandi sjónarhorni, enn tey vanliga uppliva tey úr ævintýrbókunum.
Tað kundu neyvan verið fleiri fólk á torginum í SMS, har H. C. Andersen við fylgi framførdu. Eftir framførðslurnar reikaðu tey runt millum handlarnar og áhugaðu hyggjararnar.
Klingran í Norðurlandahúsinum var fullsett - ja, neyðugt var at seta fleiri stólar inn. Alla staðir fekk ein ungur drongur millum áskoðarnar høvið til at kyssa prinsessuna (á ertrini) - Flestu vildu ikki, tó vóru havnardreingirnir eitt sindur meira at sær komnir - Drongurin í SMS vildi; meðan drongurin í Norðurlandahúsinum vendi kjálkan til í "síðstu løtu"!! Lógvabrestirnir dundu.
Tey 15, sum umboðaðu H. C. Andersen-Paraduna, vóru eisini ógvuliga glað fyri ferðina og hildu við ein munn, at hetta var ein av teirra bestu ferðum, tey høvdu verið á - Veðrið sunnudagin gjørdi jú sítt til at so varð. Ávegis til flogvøllin varð koyrt til Kirkjubøar, Norðadalsskarð og Bíggjar. Tey sóu Føroya í vakrasta búna í fagrasta veðri.
Í H. C. Andersen Paraduni eru tey ikki arbeiðsleys, nú tey koma heimaftur. Longu nú eru 325 tiltøk og framførðslur avtalaðar, bert í ár - Afturat hesum kemur tað "leysa" í Lotz-Hava við H.C. Andersens hús í Odense, har tey hvørt summar - juli /august - framføra tríggjar ferðir um dagin.