Líkt er til, at fimtanda útgávan av súkklukappingini, Kring Føroyar, verður tann størsta nakrantíð. Hóast góð tíð enn er at melda seg til kappingina, hevur áhugin longu víst seg at verið munandi størri, enn hann plagar at vera hesa tíðina á árinum.
– Enn eru meira enn fýra mánaðir, til kappingin verður, men kortini hava longu 24 súkklarar meldað seg til kappingina. Tað er eitt óhoyrt høgt tal so tíðliga, og tá skulu vit hava í huga, at fleiri av okkara egnu súkklarun og teir úr Íslandi enn ikki hava meldað seg til, sigur Geyr Gilsteinsson, formaður í Tórshavnar Súkklufelag og fyriskipari av kappingini.
Í ár verður kappingin frá mikudegi 21. juli til sunnudag 25. juli, og súkklað verður eftir stórt sæð sama leisti sum vanligt. Tó er tann broyting hesa ferð, at nú verður farið í Vágarnar fríggjadag í staðin fyri í Sandoynna, sum vanligt hevur verið.
Kring Føroyar var í fjør fyri fyrstu ferð skipað sum liðkapping, og tað gjørdi kappingina munandi meira spennandi og áhugaverda. So er aftur hesa ferð, umframt at kappingin framvegis eisini er ein einstaklingakapping fyri menn, mansunglingar, kvinnur og veteranar.