Væl koyrandi til jólabygdina

Æðuvík: Hesi seinastu mongu árini hava hundraðtals bilar sett kós ímóti hugnaligu bygdini, sum hevur sett sær fyri at vera jólabygd okkara.

Ein vansi hevur tó verið við hesum ferðum, - tað er, at vegastrekkið oman móti bygdini hevur verið heldur smalt.

Men nú hava teir hjá Landsverki gjørt sítt til, at tað skal vera eitt spæl at koma fram og aftur til Æðuvíkar.

Teir seinastu kilometrarnir til bygdina og inn í bygdina eru nú væl og virðiliga asfalteraðir.

Hetta vil aftur siga, at tey sum á jólum í ár ætla sær at vitja jólabýin, sleppa hagar rættiliga ómakaleyst og undir tryggum umstøðum.

Hóast mong halda, at Æðuvík liggur fjarlagin, so er hetta ikki satt. Bert seks kilometrar eru hagani og út í Runavík.