Væl fleiri ferðafólk til Íslands í ár

Íslendska flogfelagið Icelandair væntar, at millum 75.000 og 100.000 fleiri útlendsk ferðafólk fara at vitja Ísland í ár enn í fjør. Heldur metingin, fara umleið 600.000 útlendingar at vitja Ísland í ár.

Icelandair væntar at flyta millum 15 og 20 prosent fleiri ferðafólk til Íslands í vár og summarmánaðunum enn somu mánaðir í fjør.

Birkir Hólm Guðnason, sum er forstjóri í felagnum, sigur í einari fráboðan, at tann stóri vøksturin í ferðafólkatalinum í ár er úrslit av øktari marknaðarføring og fleiri flogleiðum í vetur.

Í 2009 og 2010 vóru umleið 500.000 útlendsk ferðafólk í Íslandi og vitjað.