Væl færri fríspørk í Premier League

Enska Premier League er ikki so hørð, sum summi halda.

 

BBC hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at talið av fríspørkum eru minkaði við 22 prosentum seinastu sjey árini.

 

- Minkandi talið av fríspørkum hevur gjørt spælið meir flótandi, meir spennandi og meir undirhaldandi, sigur dómarin Mike Riley við BBC.

 

Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal hevur tó verið millum teir, sum hava funnist at ensku fótbóltsdómarunum fyri at loyva ov hørðum spæli í Premier League.

 

Snittið var 23 fríspørk fyri ein Premier League dyst farna kappingarár. Talið í La Liga er 29 fríspørk, Bundesligan hevur 32 fríspørk í miðal pr. dyst.