Vinna
Nú so nógv hevur frammi um hýsustongsul í Bretlandi, vísir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard á, at tað ikki er rætt, at føroysk hýsa ikki kann seljast – eisini í Bretlandi.
Hann vísir á, at í januar í 2009 avreiddu føroysk skip umleið 510 tons av hýsu fyri umleið 8,70 krónur fyri kilo. Í januar 2010 avreiddu føroysk skip umleið 530 tons fyri ein miðalprís uppá umleið 10,20 krónur fyri kilo.
- Hetta merkir, at miðalprísurin fyri hýsu í Bretlandi var 1,50 krónur hægri í januar í ár í mun til sama mánaða í fjør, sigur landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard sigur, at føroysk skip, sum avreiða beinleiðis í Skotlandi, hava heldur ikki havt trupuleikar við at sleppa av við hýsu.
- Men hendan støðan broytir tó einki í okkara fatan av, at málið tó eigur tikið í størsta álvara, tá viðskiftafólk hava givið til kennar, at tey ikki vilja keypa føroyska hýsu. Tó má tulkingin av veruligu støðuni í hesum samanhangi vera røtt, sigur landsstýrismaðurin.









