Fiskiskapurin hevur verið væl betri í ár enn í fjør - og tað hevur prísurin eisini.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir fiskiskap og prís higartil í ár, aftur ímóti í fjør.
Her er talan um tað, sum er avreitt og tað merkir samstundis, at tað er ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað r.
Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð.
Og uppgerðin vísir, at frá januar til august fiskaðu føroysk skip tilsamans 60.627 tons og tað eru 5.538 tons, ella 10,1 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Avreiðingarprísurin er eisini munandi batnaður, tí fiskurin, sum var fiskaður frá januar til í august í fjør, varð avreiddur fyri 755,9 milliónir krónur og tað eru 122,3 milliónir meiri enn tað, sum varð fiskað í fjør, varð avreitt fyri. Sostatt er avreiðingarvirði 19,3 prosent hægri í ár, hóast fiskiskapurin er 10,1 prosent hægri.
Serliga er fiskiskapurin eftir toski nógv batnaður í ár. Teir fyrstu átta mánaðirnar í ár, fiskaðu føroysk skip 17.850 tons av toski, og tað eru 6.691 tons, ella 60 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Í ár er toskur sostatt avreiddur fyri 356,2 milliónir, og tað eru 63,6 milliónir meiri enn avreitt var fyri av toski í sama tíðarskeiði í fjør.