Væl aftur­komin KÍ!

Eitt tað søguríkasta fótbóltsfelagið í landinum er aftur í bestu deildini og vit hava saknað tykkum. Tað eru nokk ikki allir havnarmenn, ið vilja viðurkenna tað, men føroyskur fót­bóltur er ikki tað sama uttan KÍ. Tað hevur altíð verið ein serlig kapp­ing millum havnarmenn og klaksvíksingar, eins og tað er millum HB og KÍ. Tvey feløg, sum hava vunnið 38 føroya­meistaraheiti millum sín, og hava mangan góðan leikara uppælt.
KÍ hevði kanska gott av at fara ein túr í næstbestu deildina, fyri at rudda út og upp í felagnum. Sum skilst, so er felagið skuldafrítt aftur og klárt er at leggja til brots í bestu deildini enn eina ferð. KÍ hevur eina ríka søgu og tosað verður enn um millum annað 66’ liðið, men nú er KÍ komi undan á nýggjum. Tí má søgan ikki tyngja teir ungu, sum komandi ár skuldu stríðast í bláu og hvítu KÍ-troyggjuna. Tað skal ikki skiljast so, at klaksvíksingar ikki skulu verða stoltir av søguni, men hvat KÍ megnaði fyrr, skal ikki seta støðið fyri teir ungu í dag.
Vónandi megnar KÍ at arbeiða við eini langtíðar ætlan, sum kann skapa eitt kappingarført KÍ lið, ið kann bjóða av í odd­inum í føroyskum fótbólti í framtíðini. Klaksvík og KÍ er alt ov stórt til ikki at vera ein partur av bestu deildini í føroyskum fótbólti.