Búskaparfrágreiðing
Í frágreiðingini staðfestir Tjóðbankin, at talan nú aftur er um framgongd í føroyska búskapinum, sum annars hevur staðið mest sum í stað í nøkur ár. Serstakliga sæst framgongdin aftur í vaksandi lønarútgjaldingum, og hartil hava hækkandi fiskaprísir saman við nýggju fíggingarmøguleikunum innan sethúsamarknaðin sett enn meira ferð á búskaparligu gongdina.
Reallønarvøkstur
Bara hetta seinasta hálva árið hevur talan soleiðis verið um eina munandi hægri realløn hjá føroysku løntakarunum. Vøksturin í lønarútgjaldingunum hevur hesa tíðina verið 6%, og tá prístalið í sama tíðarskeiði er økt 2%, er keypiorkan hjá føroyinginum voksin munandi.
Vøksturin í reallønini er tó lítið at rokna móti øktu keypiorkuni, sum nýggju fíggingarmøguleikarnir hava givið. At hetta eisini hevur økt um trýstið á bústaðarprísirnar metir Tjóðbankin í sjálvum sær ikki vera nakran ovurstóran vanda. Virðið á sethúsum er í dag lutfalsliga eins stórt í mun til inntøkuna hjá fólki, sum tað var undan kreppuárunum. Men longri avdráttartíð og eitt munandi lægri rentustøði bera tó við sær, at trýstið á gjualdsførleikan hjá húsaeigarum ikki er eins stórt.
Góður landsbúskapur
Og endaliga stafðestir Tjóðbankin eisini, at landsbúskapurin hevur tað gott. Hóast fíggjarlógin fyri 2006 eisini gevur eitt hall á einar 200 mió kr., eru útlit fyri, at úrslitið verður betri enn sum so. Serstakliga hava øktir skattir og avgjøld muna væl í kassanum í Albert Hall, og tí verður mett, at talan verður nærum um javnvág í landskassaroknskapinum. Og tá er ikki-ætlaða vinningsbýtið úr Føroya Banka ikki roknað við.
At enda verður staðfest, at útlit eru fyri, at landshúsarhaldið eisini hevur postivan roknskap komandi árini. Ikki minst, tí alivinnan spakuliga er um at koma fyri seg, samstundis sum byggivinnan enn hevur úr at gera. Eisini standa fleiri stórar almennar útbyggingar fyri framman, og gera hesar sítt til, at byggivinnan neyvan upplivir nakra stagnatión í sínum virksemi.
Vandi er tó í allari vælferð, og endar frágreiðingin við at ávara móti niðurgongd í fiskiskapi, eins og tað ikki kann roknast við, at fiskaprísirnir halda sær á verandi høga støði í allar ævir, verður sagt.