Fíggjarmálaráðið í Stockholm hevur endurskoðað framrokningina fyri búskaparligu gongdina í 2012, og úrslitið er, at búskaparvøksturin verður væl minni, enn stjórnin hevði roknað við. Í teirri upprunaligu metingini segði stjórnin, at vøksturin fór at verða 1,3 prosent í 2012, men nú sigur, at hann verður bara 0,4 prosent.
Samstundis væntar stjórnin, at arbeiðsloysið fer at veksa í ár. Tað var 7,5 prosent í fjør, og fíggjarmálaráðið væntar, at tað verður 7,8 prosent í ár.
Fíggjarmálaráðið og Anders Borg, fíggjarmálaráðharri (myndin), vænta framvegis, at búskaparvøksturin verður 3,5 prosent frá 2013 til 2016, og at arbeiðsloysið fer at minka í somu árum og verður 5,2 prosent í 2016.