- Vøksturin skapar grundarlag fyri nýggjum virksemi

Men Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn, væntar ikki sama vøkstur av ferðafólkum í ár

Aftur í fjør var talan um ein lutfalsliga stóran vøkstur av ferðandi um Vága Floghavn. Vøksturin fyri alt árið 2018 var 10,7 prosent samanborið við undanfarna ár. Gudny Langaard, stjóri í Vága Floghavn, heldur, at vøksturin av ferðafólki kemur at skapa størri grundarlag hjá innlendis aktørar at bjóða seg fram at servisera ferðavinnuna.

 

Les eisini: Knapp 780.000 ferðafólk í fjør

 

- Vøksturin hevur sjálvandi positiva ávirkan á ferðavinnuna. Búskaparligt burdi tað givið meira pengar til vinnuna, sum ger, at úrvalið hjá ferðafólkum fer at vaksa í mun til, hvørjir møguleikar eru í Føroyum. Tess fleiri ferðafólk koma til Føroya, tess størri er grundarlagið til, at vit fáa nýggjar matstovur, nýggj gistingarhús, fleiri ferðaleiðarar o.a., sigur Gudny Langgaard.

 

Væntar ikki sama vøkstur

 

Atlantsflog hevur langtíðarleigað eitt nýtt A320neo flogfar, sum skal koma í rutuflúgving í vár. Hetta skal avlosya verandi Airbus A319. Í 2017 var vøksturin góð 17 prosent, og hesaferð var vøksturin 10,7 prosent. Stjórin í Vága Floghavn væntar ikki sama vøksturin fyri 2019 sum seinastu tvey árini.

 

- Vit hopa sjálvandi uppá sama vøksturin, men um tað kemur at liggja á sama prosenttali, er ringt at meta um. Tað verður ein vøkstur, men tað verður ein avmarkaður vøkstur. Hóast vit fáa nýggj ferðamál, verður talið av flogførum tað sama. Eg satsi uppá, at talið kemur at liggja á um 8 prosent í ár, sigur Gudny Langgaard.

 

Fyri at vøksturin skal halda fram er tað neyðugt at fáa fleiri útlendsk ferðafólk hendan vegin, tí føroyingar ferðast longu nógv frammanundan. 

 

- Tað er avmarkað, hvussu stórur vøkstur kann koma frá føroyingum í sambandi við ferðafólkatalið. Føroyingar ferðast longu nógv, so tann vøskturin, sum kemur, fer og má koma frá útlendingum. Tað, sum skal til, er at agentar og onnur klára at selja Føroyar sum ferðamál, sigur Gudny Langgaard.