Vøksturin flatar út

Meðan vøkstur fyrsta árstriðing seinastu árini hevur verið yvir sjey prosent, er hann í ár 4,3 prosent, sum kortini er á góðari leið, sigur Hagstovan.

Í apríl vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 726 milliónir. Hetta er annar mánaðurin á rað, at lønirnar minka, men minkingin er í mun til, at í februar vóru lønirnar tær hægstu nakrantíð. Samanborið við í fjør eru lønirnar sum heild hægri í ár. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

 

 

Tað hevur verið veksandi útgjald av lønum nú í eitt fýra ára tíðarskeið. Frá vári 2013 til í dag hevur framgongdin sveiggjað frá nærum ongari til stóra framgongd hvønn mánað. Í løtuni er lønarvøksturin meira sáttligur, ein kann siga at talan er um miðal vøkstur, og at gongdin er hóvligari nú, enn hon hevur verið undanfarna ár.

 

 

Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

 

 

Higartil í ár eru lønirnar 2.870 milliónir, 119 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 4,3%. Undanfarnu tvey ár hevur lønarvøksturin fyrstu fýra mánaðirnar verið yvir 7%, so í ár er vøksturin væl lægri. Verður hugt yvir eitt longri tíðarskeið, so er 4,3 vøkstur tó ein vøkstur sum er á heilt góðari leið.

 

 

Byggivinna o.o. tilvirking er tann minsta av teimum høvuðsvinnugreinunum, men higartil í ár hevur byggivinnan havt størsta vøksturin, bæði í lutfalli og í krónum. Byggivinnan hevur higartil í ár útgoldið 386 milliónir í lønum, 39 fleiri enn í fjør, vøksturin er 11,2%.

 

 

Tænastuvinnurnar, bæði tær privatu og tær almennu, hava eina javna gongd, og er vøksturin higartil í ár millum 3,4 og 4,5%. Í báðum førum er talan um heilt fittan vøkstur í vinnugreinum, sum annars sveiggja lítið frá ári til árs.

 

 

Fiski- og alivinnan hevur at kalla ongan vøkstur í ár. Fram til apríl vøru lønirnar í fiski- og alivinnu 601 mió. kr., 9 fleiri enn í fjør. Framgongdin er 1,5%. Hetta er í fullkomnari andsøgn til undanfarnu tvey árini, tá vøksturin fyrstu fýra mánaðirnar var um 20%.