Vøksturin er steðgaður upp

Stjórin fyri Føroya Tele sigur seg kunna staðfesta, at vøksturin hjá fyritøkuni er steðgaður í ár. Samanlagt stendur væl til hjá fyritøkuni, men ansast skal væl eftir í framtíðini, heldur Andras Róin

FJARSKIFTI

Føroya Tele almannakunngjørdi herfyri roknskapin hjá ársfrágreiðingina hjá fyritøkuni.
À føroyska fjarskiftismarknaðinum er Føroya Tele framvegis ein risi, hóast kappingin hevur sett síni spor.
Føroya Tele eigur í dag gott áttati prosent av fastnetkundunum í Føroyum, og Føroya Tele situr eisini á ein stórum parti av GSM marknaðinum, sum hevur kastað serstakliga nógv av sær.
Føroya Tele er harumframt virkið á øðrum økjum, eitt nú hevur fyritøkan góðar áttatúsund internetfelagar og í desember í fjør byrjaði dóttirfyritøkan Televarpið sítt virksemi.
Og stjórin letur væl at støðuni.
?Vit eru væl fyri í dag. Síðstu árini hava givið eitt gott úrslit. Solideturin hjá okkum er betri enn flestu fjarskiftisfyritøkur í okkara grannalondum, sigur Andras Róin.
2002 gav Føroya Tele eftir skatt 53,5 mió. í yvirskoti. Hetta er tað besta árið hjá fyritøkuni nakrantíð.
Andras nevnir eina av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur gingið so mikið væl, at teir eru slopnir undan skeivum íløgum í nýggja tøknifrøði, eitt nú í sambandi við fartelefoni. Umframt størri uttanlands ævintýr, sum fleiri fjarskiftisfyritøkur uttanlands hava mist nógv uppá.
?Politikkurin hjá okkum er tann, at vit fylgja væl við fyri at finna útav, hvussu tann nýggja tøknifrøðin klárar seg, heldur enn at loypa út í tað. Tá so taka støðu til at gera íløgur í nýggja tøknifrøði royna vit virka skjótt, sigur Andras Róin.
Gongdin higartil í ár hevur tó ikki verið eins góð sum í fjør, og í ársfrágreiðingini hjá fyritøkuni verður sagt, at roknað verður ikki við einum eins góðum úrsliti fyri 2003 sum fyri 2002.
?Teir síðstu mánaðirnar í fjør og teir fyrstu mánaðirnar í ár hava vit merkt, at vøksturin er steðgaður upp, sigur Andras Róin.
Hann metir, at hetta skyldast deils kappingini og tað, at ikki so nógv ferð er á búskapinum í Føroyum longur.

Kapping
Tann sokallaða frælsisgerðingin av fjarskiftismarknaðinum í Føroyum hevur merkt Føroya Tele nógv. Fyriuttan smærri fyritøkur á ávísum økjum, so er tað serliga Kall, ið bjóðar Føroya Tele av.
Við góða úrsltinum hjá Føroya Tele í huga er tað so ikki pláss fyri tveimum fyritøkum á marknaðinum í Føroyum?
?Mín persónliga hugsan er tann, at vit mugu ansa sera væl eftir. Vit síggja í Danmark, at tað bara eru tvær fyritøkur, ið klára seg, og hinar nógvar pengar, sigur Andras Róin.
Stjórin í Føroya Tele heldur, at tað kann skjótt gerast vandamikið, um kappast verður ov nógv um prísir ? heldur enn tænastur og annað.
?Fer kappingin at snúgva seg bert um prísir, so verður tað ein spurningur um, hvør eigur flest pengar á bók.
Vit mugu eisini hugsa um, hvat er best fyri samfelagsbúskapin. Vit hava gjørt eina avtalu við Kall, um at teir nýta okkara GSM net, har teirra ikki røkkur, og tað meta vit eisini vera neyðugt, tí vit høvdu í síðsta enda kunna sitið eftir við rokningini, um tað ikki hevði borið við tveimum kervum, sigur Andras Róin.
Men Andras Róin er langt frá nøgdur við tey boð, Føroya Tele fær frá Fjarskiftiseftirlitnum.
?Vit fáa at vita, at vit skulu tapa marknaðarpartar ? at vit eru ov góðir, og tískil mugu vit finna nýggj virkisøki, har vit eisini ætla okkum at miðja ímóti útfluttningi, sigur Andras Róin.

Privatisera
Aftur í ársfrágreðingini verður mælt til, at Føroya Tele verður privatiserað, og hetta hevur leiðslan í Føroya Tele eisini hildið upp á í longri tíð.
Men hví er tað so týdningarmikið, at Føroya Tele verður einskilt, tá tað jú gongur frálíka væl sum er?
?Tú hevur rætt í, at vit í prinsippinum klára okkum væl sum er, men vit halda, at Føroya Tele eigur at verða privatiserað. Tað eru fleiri orsøkir til, at Føroya Tele eigur at verða privatiserað. Ein av orsøkunum er, at tað er ikki greiður skilnaður millum eigara og myndugleika. Tað er tann sami landsstýrismaður, sum umboðar eigaran av Føroya Tele og sum skal hava eftirlit við okkum, sigur Andras Róin.
Hann nevnir hesa orsøkina sum eitt dømi, og hann heldur, at tað eru fleiri orsøkir til, at einskiljing eigur at fara fram.
?Samanlagt er støðan óhaldbar sum hon er. Sum støðan er nú kappast vit sum almenn fyritøka við eina aðra fyritøka, har Framtaksgrunnurin er høvuðspartaeigari, og tað halda vit ikki gongur í longdini, sigur Andras Róin.
Sambært Andras Róin er Føroya Tele til reiðar at verða einskilt. Hansara áskoðan er tann, at einskiljingin skal fara fram í stigum, har tey fyrstu tjúgu prosentini verða seld til starvsfólk og føroyskar íleggjarar. Bíðað eigur at verða nøkur ár, áðrenn meirlutin av fyritøkuni verður seldur.
Virðið á Føroya Tele er torført at staðfesta, og Andras Róin metir, at virðið er á leið millum eina hálva og hálvaaðru milliard.

Kervi
Kunngjørt varð herfyri, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur sett ein arbeiðsbólk at finna útav, um og hvussu Føroya Tele kann skipast eftir eina einskiljing.
Tað er serliga spurningurin um kervi, sum Føroya Tele umsitur ? hvørt hetta skal skipast í eitt felag fyri seg.
Andras Róin hevur áður greitt meldað út, at hann ikki heldur hetta vera nakra góða loysn.
Sum er hevur Føroya Tele eina veitingarskyldu, og Andras Róin hevur torført við at síggja, hvussu ein kervispartur, sum ikki vinnur pening, kann røkja uppgávurnar til fulnar.
?Vit vóna, at mann ikki finnur alt ov heimabundnar føroyskar loysnir, har nakað verður sett í verk, sum eingin annar nakrantíð hevur gjørt, sigur Andras Róin.
Hann leggur afturat, at teir hava einki ímóti, at kervisparturin verður lagdur í eina dóttirfyritøku undir einari konsern.
Men Føroya Tele vinnur langt frá pening upp á smærru økinum í Føroyum.
?Vit hava aksepterað okkara støðu við veitingarskyldu, og tað haldi eg ikki, at politikararnir skulu vera bangnir fyri. Men vit vinna bara pening av teimum stóru økjunum í Føroyum, sigur Andras Róin.
Økið sum Mykines, Fugloy og eisini størri øki eru ein beinleiðis útreiðsla hjá Føroya Tele, men hetta er partur av veitingarskylduni í loyvinum hjá Føroya Tele.