Vøkstur í skattainntøkunum hjá Hvalbiar Kommunu

Hvalbiar kommuna hevur ein vøkstur í skattainntøkunum fyrra hálvár 2009 uppá 3,14 prosent í mun til 2008. Tað skrivar Hvalbiar Kommuna á heimasíðu sínari. Nú fyribils skattatølini fyri fyrra hálvár 2009 eru innkomin, er munandi vøkstur í skattainntøkunum hjá Hvalbiar Kommunu í mun til 2008. Hóast tað er kreppa rundanum okkum, so er ein vøkstur uppá umleið 262.000 krónur ella 3,14 prosent higartil í 2009.