Føroya Banki hevur eitt úrslit av vanliga rakstrinum upp á 133,1 millión krónur móti 117,7 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 13.1%, sum serliga er orsakað av enum hækkaðum rentustøði á peninga- og viðrirsbrævamarknaðunum. Samstundis eru rakstrarútreiðslur bankans falnar við sjey prosentum í mun til undanfarna ár - úr 60,5 milliónum krónum fyri 1999 í 56,2 milliónur krónur fyri 2000, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka.
Úrslitið av vanliga rakstri bankans er soleiðis 76,9 milliónur krónur ímóti 57,2 milliónur krónur fyrra hálvár í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 19,7 milliónur ella 34,4%, sigur hann.
Orsakað av at gjaldføri bankans eins og undanfarin ár hevur verið stórt, hevur verið neyðugt at seta stóran part av hesum í ognir á peninga- og virðisbrævamarknaðunum. Gongdin á hesum marknaðum hevur havt við sær, at bankin hevur virðisjavnað hesar ognir við -15,6 milliónum krónum í hálvársroknskapinum fyri 2000, sum sjálvandi síggjast aftur í úrslitinum fyri hálvárið.
Eins og undanfarin ár er úrslitið merkt av afturførdum burturleggingum ímóti tapi upp á skuldarar bankans. Henda ávirkan er tó ikki eins stór og seinastu árini, tí inntøkuførdar eru 27,3 milliónir krónur fyrra hálvár 2000 ímóti 62,4 milliónum krónum sama tíðarskeið í 1999.
Innlán bankans fevndu tann 30. juni 2000 um 3,5 milliardir krónur móti 3,3 milliardum krónum við hálvárslok undanfarna ár. Í sama tíðarskeiði eru bókaðu útlán bankans vaksin úr 2,5 milliardum krónum í 2,8 milliardir krónur.
Samlaðu ognir bankans fevndu við hálvárslok 2000 um 4,8 miliardir krónur ímóti 4,5 milliardir krónur undanfarna ár.
Eginogn bankans fevndi við hálvárslok um 1.079 milliónur krónur umframt óskattaða úrslitið upp á 84,9 milliónur krónur, sigur Jørn Astrup Hansen í fráboðan til fjølmiðlarnar.