Seinasta 12 mánaðar tíðarskeiðið innfluttu við vørur “til beinleiðis húsarhaldsnýtslu” fyri 1,622 milliardir krónur, upplýsir Hagstovan.
Hetta var samstundis tann næststørsti vørubólkurin í virði, tá ið talan er um innflutning. Tað var bara “Tilfar til annan ídnað”, ið var hægri. Har var innflutt fyri 1,672 milliardir krónur, og svaraði tað til 4 prosent vøkstur.
Brennievni var tann triðstørsti vørubólkurin. Vit innfluttu fyri 1,238 milliardir krónur í brennievni, og tað var 5 prosent meira enn í mun til undanfarna 12 mánaðar tíðarskeið, tá ið vit innfluttu brennievni fyri 1,178 milliardir krónur.
Talan var um eina lækking á 5 prosent í vørubólkinum “Tilfar til byggivinnuna”. Frá 833 milliónir krónur til 792 milliónir krónur.
##med2##
Eisini í bólkinum “Maskinur og amboð” var ein stór minking á heili 30 prosent. Frá 1,035 milliardir krónur til 729 milliónir krónur.
Størsta broytingini var í bólkinum “Skip og flogfør”. Har var hækkingin heili 99 prosent. Frá 111 milliónir krónur til 221 milliónir krónur.
Tilsamans innfluttu vit í Føroyum frá august 2018 til juli 2019 fyri 7,516 milliardir krónur í mun til 7,526 milliardir krónur sama tíðarskeið eitt ár frammanundan. Tað er til lækking uppá 10 milliónir krónur, men tað svarar kortini til 0 prosent.