Fyribilstøl hjá íslendsku ferðavinnustovuni vísa, at íslendska samfelagið fekk umleið 155 milliardir íslendskar krónur burtur úr fremmandum ferðafólki í fjør. Tað er umleið 20 prosent meiri enn árið fyri, um broytingin í krónuvirðinum verður tikin við. Hagtølini vísa, at knappliga 14.000 fremmand ferðafólk komu um flogvøllin í Reykjavík, og tað er á leið tað sama, sum komu við Norrønu til Seydisfjarðar, sigur ferðamálastovan.
Sagt verður, at bretar, norðurlendingar og amerikanarar ferðast ígjøgnum alt árið, men at eitt nú italiumenn og spaniumenn ferðast um summarið.