Vøkstur í danska búskapinum

Danski búskapurin vaks 1,0 prosent í øðrum ársfjórðingi, vísa nýggj tøl, sum Danmarks Statistik hevur almannakunngjørt í morgun. Tølini vísa, at tann privata nýtslan minkaði eitt vet, men at eftirspurningurin innanlands vaks kortini 1,6 prosent orsakað av almennu nýtsluni og íløgum.

Danska hagstovan sigur, at heldur fleiri fólk vóru til arbeiðsis í øðrum ársfjórðingi enn frammanundan. Vøksturin var 0,2 prosent, sum svarar til 5.700 fólk.

Politiskir eygleiðarar hava sagt, at tey nýggju tølini um búskapargongdina kunnu fáa týdning fyri valstríðið.