Víkingurin er óttaleysur

Andreas Lava Olsen stúrir ikki fyri at møta fronsku heimsstjørnunum á útivølli. – Tú skalt ikki ræðast teir, tí teir vinna milliónir av krónum fyri at spæla bólt, sigur hann

FÓTBÓLTUR

Trégoier, Frankaríki: Andreas Lava Olsen hevur spælt tríggjar landsdystir og hevur skotið eitt mál higartil. Góð hagtøl at vísa á hjá leirvíkinginum, sum hevur tikið ta ábyrgd, tað er at umboða sítt land, óttaleysur.
– Bara tí, at teir vinna milliónir av krónum fyri at spæla fótbólt, so skalt tú ikki ræðast teir, ljóðar svarið frá Andreas Lava Olsen, tá hann verður spurdur, um tað ikki verður heilt øðrvísi at skula spæla í móti fronsku heimsstjørnunum á útivølli, enn tað var á Tórsvølli í summar.

Vil enda árið ordiligt
Heldur ikki tann sannroynd, at teir flestu í føroyska hópinum júst eru lidnir við eitt drúgt kappingarár við mongum og tøttum dystum, er nakað, ið kemur illa við hjá føroyska liðnum, metir Andreas Lava Olsen.
– Sjálvandi hevur tað verið strævið, men nú skulu vit enda árið ordiligt, heldur enn at hugsað um troyttu beinini, sigur hann.
Júst tí kom venjingin í gjárkvøldið eisini væl við. – Tað var bara fyri at loysa upp og fáa beinini í gongd, so tað var super, sigur leirvikingur, sum spælir fótbólt í Gøtu.