Víkingur vil halda um metallið

Fyrst og fremst, so kann Víkingur framvegis sjálvt avgera, um felagið skal hava metal í landskappingini ella ikki. Og tað krevur ein sigur.

Hartil verður nógv tosað um í felagnum, at tað er munandi betri fyri pengakassan, um KÍ verður verandi í deildini heldur enn B36. Hetta tí áskoðaratalið til heimadystir móti KÍ draga fleirfalt so nógvar áskoðarar, sum tað ger ímóti havnarfeløgunum.