Víkingur verður oddalið á ólavsøku

Toppliðið vann í kvøld trivaligan 3-0 sigur á útivølli ímóti Suðringum

Víkingur fer inn í august mánað sum topplið. Meistararnir hava í kvøld vunnið trivaligan 3-0 sigur á útivølli ímóti Suðringum. At spæla við Stórá í Trongisvági plagar at verða roknað sum torfør uppgáva, men soleiðis var tað ikki í kvøld hjá Víkingi.

 

TB/FCS/Royn legði bragdliga fyri, og í einstøkum førum var heimaliðið fyrsta korterið í góðum støðum, uttan at tað av álvara eydnaðist at pressa Elias Rasmussen í Víkinga málinum tað stóra.

 

Síðsta korterið undan steðginum varð alt avgjørt, tá ið Víkingur skoraði tvey mál, sum Heðin Hansen og Sølvi Vatnhamar skoraðu.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Adeshina Lawal um munin til 3-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

 

Víkingur leggur við sigrinum trýst á KÍ, sum ólavsøkudag skal spæla í Gundadali ímóti HB.

Víkingur hevur 35 stig, og KÍ hevur 32 stig. Málmunurin hjá Víkingi er +24, og hjá KÍ er hann +11. Harvið er tað longu nú greitt, at Víkingur verður topplið, tá ið farið verður inn í august mánað.

 

Klokkan 19 eru tveir dystir: ÍF-NSÍ og Skála-EB/Streymur.

Tað verður fylgt við her á in.fo