Lagið á víkingadegnum gjørdist eyka gott, tá ið tað bara restaði ein lítil løta av grannauppgerðini millum Víking og NSÍ. Tá skoraði Víkingur til 1-0, sum eisini gjørdist úrslitið.
Sigursmálið skoraði sentrali miðvallarspælarin Sølvi Vatnhamar. Innskifti Símun Louis Jacobsen legði innfyri úr høgru og aftur um handara stólpa. Erling Jacobsen lyfti við høvdinum bóltin innfyri aftur, og úr stuttari fjarstøðu stýrdi Sølvi Vatnhamar bóltin í málið.
Tað vóru ikki nógvir upplagdir málmøguleikar í grannauppgerðini, sum eisini var steypadystur.
Víkingur-NSÍ 1-0 (0-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Zoltan Bukzegi, Súni Olsen, Erling Jacobsen - Finnur Justinussen
NSÍ: Meinhard Joensen - Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Christian Høgni Jacobsen (Jan Martin Mortensen), Jústinus R. Hansen, Bogi Løkin,
Jan Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør - Karoly Potemkin (Klæmint A. Olsen)