Føroyameistararnir úr Víkingi hava í kvøld spælt í fyrsta undanumfari av Champions League móti meistarunum úr Kosovo, Trepca 89.
Endaliga úrslitið av dystinum var, at Víkingur vann dystin 2-1, eftir at tað í hálvleikinum stóð á jøvnum 1-1.
Víkingur legði seg á odda eftir eitt gott korter, tá ein tann mest eyðsýndi leikarin í dystinum, Gunnar Vatnhamar, stútaði innlegg í málið frá Hanusi Jacobsen úr vinstru.
Sum heild hevði Víkingur gott tamarhald á fyrsta hálva tímanum, men sum hálvleikurin leið, raknaði liðið frá Kosovo við. Tað eydnaðist teimum eisini at javna gott og væl fimm minuttir fyri hálvleik, tá ein leikari hjá teimum skeyt eitt langskot hegnisliga í málið handan Elias Rasmussen í Víkinga málinum.
Í seinna hálvleiki var Víkingur greitt omaná. Tað var eisini fult í tráð við leikgongdina, at teir skoraðu sigursmálið eitt gott korter fyri leiklok. Gunnar Vatnhamar fór til stroks í høgru síðu, og smekkaði bóltin innfyri, har Adeshina Lawal, stóð á rætta staðnum og skoraði til 2-1.
Við 2-1 sigrinum hevur Víkingur í kvøld tryggjað føroyskum fótbólti týðandi stig í altjóða fótbólti, umframt at teir hava tryggjað sær sjálvum gott útgangsstøðið í Champions League kappingini.
Víkingur – Trepca 89 2-1 (1-1)
1-0 Gunnar Vatnhamar, 17.
1-1 Fiton Hajdari, 39.
2-1 Adeshina Lawal, 73.