Víkingur vann 3-1

Ólavsøkudysturin hilnaðist ikki væl fyri B36. Árstalsfelagið legði bragdliga fyri, og Jákup á Borg skoraði til 1-0 í fyrsta minutti.

Sekundvísarin hevði bara verið eina ferð runt aftrat, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Víking og vísti B36 verjuspælaranum Dimitrije Jankovic, sum hevði vart fyri við hondini, av vølli.

So var mótbrekka hjá heimaliðnum, sum helt tørn, inntil síðsta álop undan steðginum. Tá legði Páll Klettskarð Víking framum við fínum vinstrabeinsskoti av brotsteigarmarkinum.

Tað var intenst og spennandi, inntil Sølvi Vatnhamar í 71. minutti økti um Víkingaleiðsluna til 3-1. So snúði tað seg hjá Víkingi um at varðveita leiðsluna, meðan heimamenninir ikki tóktust trúgva upp á tað.

3-1 sigurin ber við sær, at Víkingur hevur lagt seg upp á síðuna av B36. Bæði liðini hava 21 stig

 

B36-Víkingur 1-3 (1-2)

1-0: Jákup á Borg 1.

1-1: Sam Jacobsen br 3.

1-2: Páll Klettskarð 45.

1-3: Sølvi Vatnhamar 71.

Dómari: Dagfinn Olsen

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Jónas Tór Næs,Herbert í Lon Jacobsen, Dimitrij Jankovic, Oddmar Færø - Klæmint Matras,

Christian R. Mouritsen (Bárður Olsen, 6.),

Róaldur Jacobsen (Símun Joensen, 46.) - Jákup á Borg (Johan Ellingsgaard, 75.), Stig-Roar Søbstad, Hjalgrím Elttør

Gult kort: Róaldur Jacobsen, Símun Joensen

Reytt kort: Dmitrije Jankovic 2.

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen (Hans Jørgen Djurhuus, 81.), Nenad Stankovic,

Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar - Finnur Justinussen (Hjartvard Hansen, 87.), Páll Klettskarð (Kaj Leo í Bartalsstovu, 84.)

Gult kort: Hanus Jacobsen, Nenad Stankovic

 

--------

 

71. min.

1-3

Sølvi Vatnhamar hevur økt til 3-1 eftir innlegg úr høgru, og nú líkist tað av álvara trimum stigum til Víking

 

----------

 

50 min.

1-2

B36 hevur sett Símun Joensen inn á vinstra vongverja. Bárður Olsen er fluttur fram á miðvøllin, og Róaldur Jacobsen er ikki komin á vøllin eftir steðgin.

 

----------

 

45 min.

2-1: Páll Klettskarð 45.

Talan var um frágera vakurt mál. Í torførari støðu tamdi Páll Klettskarð bóltin við bringuni, áðrenn hann snaraði sær á og við vinstra beini lyfti bóltin upp um Jóan Paula Dahl Jakobsen.

Hálvleikur!

 

----

 

35 min.

1-1

Víkingur hevur bóltin mesta partin av tíðini, men tað gongst illa at spæla seg til møguleikar.

Meiri bit er tað í, tá ið Jákup á Borg og Hjalgrím Elttør bjóða verjuni hjá Víkingi av!

 

Gult kort til Róald Jacobsen hjá B36 og Hanus Jacobsen hjá Víkingi.

 

----

 

15 min.

1-1

Beinanvegin eftir reyða kortið skifti B36 Bárð Olsen inn fyri Christian R. Mouritsen. Oddmar Færø er fluttur inn í miðverjuna, og Bárður Olsen er nýggjur vongverji í vinstru.

Víkingur hevur havt bóltin meiri, men B36 er vandamikið í snarálopum, eitt nú tá ið Róaldur Jacobsen royndi seg fyri lítlari løtu síðani.

 

---

5 min.

1-1!!

Eftir tveir minuttir er støðan í landskappingardystinum í Gundadali 1-1!

Jákup á Borg legði B36 á odda eftir 45 sekund, eftir at Hjalgrím Elttør hevði lagt innfyri úr vinstru.

Hálvan minutt seinni var brotsspark til Víking. Dimitrij Jankovic hevði vart fyri við hondini, og Dagfinn Olsen vísti honum av vølli.

Miðvallarin Sam Jacobsen umsetti úr ellivu metrum, og so var 1-1!

 

B36-Víkingur kl. 16.00

Dómari: Dagfinn Olsen

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Jónas Tór Næs,Herbert í Lon Jacobsen, Dimitrij Jankovic, Oddmar Færø - Klæmint Matras,

Christian R. Mouritsen (Bárður Olsen, 6.),

Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Stig-Roar Søbstad, Hjalgrím Elttør

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen, Nenad Stankovic,

Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar - Finnur Justinussen, Páll Klettskarð