Longu í lufthavnini niðri í Turkalandi fingu teir í Víkingi mánadagin fyrsta forsmakkin uppá, hvat teir kunnu vænta sær, tí einir 25 journalistar stóðu og tóku ímóti. Tað var í øllum førum annað og meira, enn teir ljósabláu eru vanir við, tá teir spæla í Sarpugerði…
– Eg havi so ongantíð í mínari tíð við landsliðnum upplivað eina slíka móttøku, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, ið hevur forhoyrt seg eitt sindur um, hvussu tað man vera, tá spælararnir skulu inn á vøllin á BJK Inönü Stadium í annaðkvøld klokkan 19, føroyska tíð.
– Vit eru blivnir ávaraðir um, at tað er ein uppliving fyri seg, fyri ikki at siga eitt sjokk. Spælararnir koma helst at fáa eina løtu, ið er nokk so nógv øðrvísi enn nakað av tí, teir eru vanir við, men júst tað royna vit eisini at tosa um og fyrireika okkum til áðrenn.
Besiktas JK er eitt av stórfeløgunum í Turkalandi, og lítið man vera at ivast í, at her fær Víkingur nógv ta harðastu mótstøðuna, nakað av føroysku liðunum kann vænta sær í ár. Venjari er Bernd Schuster, sum fyrr hevur verið í eitt nú Real Madrid, og undir sær hevur hann kendar spælarar og stjørnur sum Rüstü Recber, Nihat Kahveci og Ricardo Quaresma.
– Sjálvt um mótstøðan kann tykjast ræðandi, eru spælararnir bæði spentir og motiveraðir. Teir vita, at tað ræður um at royna at spæla, tí vit koma ongan veg, um vit bara liggja og sparka bóltin burtur. Verjuspælið má vera kompakt og tætt, tí annars verður tað alt ov lætt hjá hinum, sigur Jógvan Martin.
– Uppgávan er stór, men vit fara at royna at gera okkara besta. Vit eru farnir niður higar í góðari tíð, tí vit vistu eisini, at hitin var øgiligur. Um dagin eru 34 hitastig, men um kvøldið, tá dysturin verður spældur, fer tað at liggja um tey 30. Tað er ríkiliga heitt hjá okkum, men soleiðis eru umstøðurnar.










