Víkingur úttikin til U-21 landsliðið

Ungur Víkinga leikari er úttikin til U-21 landsliðið

Ungi Víkinga leikarin, Jákup Vatnhamar Olsen, sum í ár hevur fingið nógva spælitíð á liðnum hjá Víkingi, er í dag úttikin til U-21 landsliðið hjá Føroyum.

 

Jákup Vatnhamar Olsen kemur inn í hópin, eftir at HB leikarin, Ári Mohr Jónsson, hevur melda avboð til heimadystin móti Finnlandi.

 

Hetta er fyrsta ferðin at 19 ára gamli Jákup Vatnhamar Olsen verður úttikin til U-21 landsliðið.

 

EM U21-undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli hósdagin 2. juni, klokkan 18:00.