Víkingur ætlar at vinna

Teir hava eitt mál meira enn Trepca 89 og tann fyrimunin ætlar føroyska liðið ikki at geva frá sær

Víkingur vann fyrsta dystin í Champions League á heimavølli 2-1 móti Trepca 89 úr Kosovo

 

Tað vil siga, at liðið hevur ein lítlan fyrimun, tá ið dysturin  í kvøld byrjar.

Men marginalarnir eru ómetaliga smáir. Skorar Trepca eitt mál, so eru tei víðari eftir regluni um mál á útivølli.

 

Føroysku leikararnir hava verið í Kosevo síðani leygardagin og í hópinum er ongin ivi um, at teir ætla sær at vinna, men teir vita eisini, at talan er um ein ómetaliga torføran dyst.

 

-Í slíkum dystum skal alt ganga rættan veg og tað vóni eg eisini, at tað fer at gera í dag, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi.

 

-Nú undan dystinum meti eg, at møguleikarnir hjá okkum at vinna eru 70/30. Eg taki  nøkur fyrivarni, tí tað eru marginalar, sum kunnu avgera ein slíkan dyst, sigur vebjarin hjá Víkingi.

 

Liðið er ikki sett enn, men tað liggur fast, at dómarin í dystinum í kvøld er eysturríkari.

 

Dysturin er í kvøld klokkan 17 og hann verður at hoyra beinleiðis á Rás2. Hann verður spældur á einum nýggjum stadion við plássi fyri 18.500 áskoðarum, men í dag verða bert 16000 atgongumerkir seld.

.

Mett verður her í Kosovo, at øll 16000 fara at stuðla Trepca 89 við larmi og gangi. UEFA metir hetta sum ein hárisikodyst. Eini 500 løgrdglufólk og vaktir vera á stadion, tá ið dysturin byrjar í kvøld.