Komandi hálvu aðru vikuna verður kappingin um Løgmanssteypið avgreidd. Fjórðingsfinalurnar verða mikukvøldið, og hálvfinalurnar verða um vikuskiftið. Leygardagin 5. desembur steypafinalan.
Mikudagin klokkan 17 verður tann fyrsta av teimum fýra fjórðingsfinalunum. Hon verður í Sarpugerði millum Víking og TB. Víkingur hevur ikki verið í Evropa-plássunum seinastu trý árini, men liðið fær ein kjans afturat í ár. Tað er steypakappingin.
Seglini eru repaði eitt sindur, men vegurin til steypafinaluna er ikki so langur sum í landskappingini. Víkingur er uttan Atla Gregersen og Boga Reinert Petersen, sum fingu tveir dagar leikbann fyri rokið eftir dystin móti B36 í 26. umfari í landskappingini. Ingi Jonhardsson verður heldur ikki við.
Fyri gestirnar er hetta ein møguleiki at koma føroyska fótbóltskortið eina løtu. Liðið hevur havt torført við at fáa fótin fyri seg í landskappingini, hóast tilgongdin hevur verið stór. Tvøramenn hava klárað frísak í niðurflytingarstríðnum, men ongantíð hevur TB sett dám á landskappingina, sum liðið annars plagar at gera til tíðir. Eitt nú við eini góðari byrjan, ella við at taka stig frá fleiri av teimum stóru á heimavølli. Í ár er tað bara blivin til ein javnleik móti KÍ.
Gestirnir eru enn uttan Musah Armah, sum fekk ein álvarsligan knæskaða í summar. Hartil verður Eirikur M. Ellendersen ikki við.
##med2##
Innanhýsis uppgerðirnar leggja upp til ein javnan dyst. Víkingur hevði nakrar avbjóðingar í fyrsta triðinginum, og setti millum annað stig til móti TB á heimavølli í málleysum javnleiki. Síðani hevur Víkingur verið tvær ferðir í Trongisvági og vunnið. 2-1 og 2-0.
Við Finni Justinussen, Andreasi Lava Olsen, Jákupi Johansen og Sølva Vatnhamar á fremstu rekkju er væntandi at Víkingur vinnur á heimavølli móti TB. Møguleikin hjá gestunum liggur í væl skipaða verjuspælinum. Liðið letur væl færri mál inn enn kappingarneytarnar. Faktist hevur TB latið færri mál inn enn Víkingur í landskappingini í ár. Tað kann blíva lykilin, sum TB skal koma í steypafinaluna. TB hevur í 23 ára gamla Filipi Obadovic ein spælara, sum kann blíva avgerandi.
Løgmanssteypið 2020 – fjórðingsfinalur:
Mikudagin:
Víkingur-TB (klokkan 17) Beinleiðis á FM1
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ-Skála (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Kári á Høvdanum
B36-AB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Alex Troleis
07 Vestur-HB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Rúni Gaardbo