Víkingur hevur gjørt tvey ára sáttmála við Inga Jonhardson og Martin Klein Joensen. Teir eru báðir lokalir spælarar og teir eru uppaldir í felagnum, boðar felagið frá á Facebook.
Ingi Jonhardson er 19 ára gamal og hevur longu spælt sínar fyrstu minuttir á besta liðnum, men hevur verið skaddur seinastu dystirnar. 20 ára gamli Martin Klein Joensen er sonur málmansvenjara, Rúna Klein Joensen, og hevur ár verið partur av næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum vann gull í 1.deild. Hann manglar enn sínar fyrstu minuttir á besta liðnum.
Víkingur vann í gjár 1-0 á TB. Millum teirra, sum byrjaðu inni vóru Noah Meney, Olaf Bárðarson, Arnbjørn Svensson og Geza David Turi. Felagið hevur sett eina ætlan út í kortini, har fleiri ungir spælarar skulu setast við. Víkingur spælir leygarkvøldið móti B36 í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin verður við Løkin í Runavík.
##med2##