Víkingar hava gjørt bart teir báðar síðstu dystirnar. Bæði oddaliðið EB/Streymur og nýggju menninir á øðrum plássi, NSÍ, eru sendir heim við tapið í rygginum. Havandi hetta í huga, umframt stigamunin niður til mótstøðuliðið sunnudagin og heimavallarfyrimunin, eru Víkingar greiðir favorittar.
Teir eru eisini hampiliga væl mannaðir til at taka ímóti botnliðnum av Skála. Símun Louis Jacobsen er burturstaddur, og Erling Jacobsen er enn ikki sloppin við skaðan, hann fekk, tá teir vitjaðu á Sandoy síðst í maimánaði.
Liðformaðurin leikbannaður
Hjá Skála er nøkunlunda sama skili. Teir mugu tó vera liðformannin Pætur Dam Jacobsen fyri uttan, og tað er dyggur smeitur hjá teimum appilsinlittu. Hesin fekk ársins fimta gula kort, tá sandoyingar vitjaðu farna vikuskifti, og noyðist tískil at sita yvir sunnudagin.
Ivasamt er, hvussu verður við Erland Berg Danielsen og tað sama er galdandi fyri miðverjan Vali, sum hevur vant millum lítið og einki í vikuni.
Men á vøllin fara skálamenn so undir øllum umstøðum. Teir ynskja trý stig, fara at gera sítt til at fáa tey, og fáa heilt víst eisini sítt at síggja til, tá gøtumenn hava møguleika fyri at fara hattrickinum, og hála inn á HB í oddinum.