Víkingur skal halda lív í gullvónini

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, segði síðsta vikuskiftið, at nú kann hann næstan ynskja B36 tillukku við føroyameistaraheitinum.

 

Øll vón er tó ikki heilt burtur um at enda ovast í Vodafonedeildini. Víkingur skal royna at halda lív í vónini í kvøld, tá 07 Vestur vitjar í Sarpugerði.

 

07 Vestur er á niðurflytingarplássi, og tá ið sannlíkið er stórt fyri, at fleiri av teimum, sum vágamenn kappast við, fara at vinna stig, ræður um at fáa í hvussu so er eitt stig við sær úr Gøtu.

 

Hagtølini siga, at tað er ikki ómøguligt. Víkingur og 07 Vestur hava fyrr í ár dystast bæði í Sarpugerði og í Sørvági, og báðu ferðirnar var úrslitið 1-1.

 

Tað kemur væl við hjá 07 Vestur, at miðverjin Tehé Aristide verður við aftur, eftir at hann var leikbannaður móti B71.

 

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir.

 

Dysturin millum Víking og 07 Vestur byrjar klokkan 17.30 í kvøld.