Sum skilst var talan um eina yvirháling, ið ikki gekk heilt eftir vild, og tí varð bilurin við teimum báðum rógvarunum kroystur út av vegnum.
Saman við einum triðja persóni, sum eisini var í bilinum, vóru rógvararnir fluttir á Landssjúkrahúsið, men sum skilst, so er talan ikki um nakran persónsskaða av týdningi.