Í kvøld varð lutur drigin um í 3 – 2 ítróttarsendingini, hvør skal spæla ímóti hvørjum í innleiðandi umfari og fjórðingsfinalunum í steypakappingini í fótbólti hjá kvinnum.
Talan er um tveir dystir í innleiðandi umfari, sum verður sunnudagin 9. mai, og um fjórðingsfinalur, sum vera hósdagin 3. juni.
Undan lutakastinum var greitt, at ÍF og felagsliðið í Suðuroy, sum ikki eiga lið í bestu deildini, skuldu spæla í innleiðandi umfarinum. Í lutakastinum varð avgjørt, at ÍF fær vitjan av B36, og at hitt stóra felagið í Gundadali, HB, skal til Suðuroyar.
Í fjórðingsfinaluni verður grannauppgerð, tá ið NSÍ fær vitjan av Víkingi, sum í løtuni er oddalið í landskappingini, og nýggju liðini í bestu deildini, AB/B71 og 07 Vestur hittast.
Tað er eisini greitt, at KÍ og EBS/Skála eiga heimadyst í fjórðingsfinalunum.
Hálvfinalurnar vera 3. og 30. oktober, og finalan verður leygardagin 6. november.
Innleiðandi umfar
9. mai
ÍF – B36
TB/FCS/ROYN – HB
Fjórðingsfinalur
2. juni
AB/B71 – 07 Vestur
KÍ – Vinnari 2
Víkingur – NSÍ
EBS/Skála – Vinnari 1