Tað eru nýggjar tíðir í Víkingi. Eyðun Klakstein er nýggur venjari og við sær av Skála hevur hann Ara Olsen og Jákup Johansen. Úr B36 er komin Lukasz Cieslewicz, sum hevur arbeitt saman við Eyðuni Klakstein í B36. Eisini er Finnur Justinussen er komin heim aftur at skjóta mál fyri Víking.
- Eg veit ikki um tað var torført at skifta, men tað verður øðrvísi. Eg hevði eisini vilja hildið fram, men tá vit ikki kundu semjast mátti eg víðari. Nú eri eg glaður fyri avgerðina. Tað var eitt sindur torført eftir niggju ár, sigur Lukasz Cieslewicz, sum hevur skift frá B36.
Vekk eru spælarar sum Hanus Jacobsen og Dion B. Splidt, Heðin Hansen (HB), Filip Djordjevic (ÍF), Adeshina Lawal (AB) og Bárður á Reynatrøð (útleigaður til Skála). Eftir tvey ár uttan Evropa-fótbólt, er málið greitt. Víkingur skal aftur spæla í altjóða kapping.
##med3##
- Málið hjá okkum er at koma aftur í Evropa. Sum spælari fari eg altíð á vøllin fyri at vinna hvønn dyst. Søgan vísur eisini, at tað ikki altíð er FM-favortturin, sum vinnur. Heldur er tað eitt lið, sum brádliga stingur av. Málið er Evropa, men lat okkum síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Lukasz Cieslewicz.
##med2##
Víkingur byrjar á Argjum móti AB. Dysturin byrjar klokkan 19. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum og fylgja øllum umfarinum frá klokkan 15.
Betri deildin menn 1. umfar:
Leygardagin 9. mai:
NSÍ-TB (15.00)
HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1
Skála-ÍF (16.00)
KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1
AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1