Víkingur kann taka oddasessin

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Víkingi síðstu fimm umførini, tí burtur sæð frá einum javnleiki, hevur talan verið um fýra sigrar, og tað hevur lyft liðið fram á næstfremsta plássið í Vodafonedeildini.

 

Hinvegin hevur ligið munandi verri hjá mótstøðuliðnum í kvøld, KÍ, sum higartil bara hevur fingið fýra stig á kontuna og enn eigur sín fyrsta sigur til góðar í landskappingini í ár.

 

Sostatt er hetta ein dystur, har Víkingur av øllum alvi fer eftir oddasessinum, meðan KÍ í sínum lagi roynir at bjarga sær okkurt stig eftir turk í longri tíð, so sleppast kann úr botninum.

 

Dysturin millum Víking og KÍ byrjar í Sarpugerði í kvøld klokkan 18, og sagt verður beinleiðis frá honum á Rás 2.