Altjóða ljósskipanin við Løkina kemur væl við í kvøld. Um tað ikki vóru altjóða góðkend vallarljós hevði tað ikki borið til at spælt landskappingardyst klokkan 19, tá ið fyrsta bríksl verður millum NSÍ og Víking.
NSÍ er næstfremst við 53 stigum, og Víkingur er á fimta plássi við 44 stigum. NSÍ hevur møguleika at kvalifisera seg til europeiska luttøku bæði við at vinna silvurkrónurnar og við at vinna steypakappingina. At vinna steypakappingina er einasti møguleiki hjá Víkingi at kvalifisera seg til europeiska luttøku næsta summar.
NSÍ hevur vunnið 17 dystir, og Víkingur hevur vunnið 14 dystir. Tveir av teimum 14 sigrunum hjá Víkingi hava verið ímóti NSÍ. Seinni dysturin var mikudagin 12. august, tá ið Víkingur fór úr Runavík við 2-1 sigri. Fyrri sigurin varð vunnin 22. mai í Sarpugerði. Tá var úrslitið 1-0.
Síðani 2-1 heimatapið ímóti Víkingi hevur NSÍ vunnið sjey dystir á rað við samantalda málmuninum 19–7.
Tá ið Víkingur sunnudagin tapti 4-0 í Gundadali ímóti HB var tað fyrsta tapið eftir sjey sigrar á rað.
Felags fyri NSÍ og Víking er, at tey hava skift venjara síðani tey hittust 12. august.
Í kvøld verður Jóhan Petur Poulsen fyri fyrstu ferð venjari hjá Víkingi í grannauppgerð ímóti NSÍ, og í kvøld fara Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av NSÍ í grannauppgerð ímóti Víkingi.
Hjá NSÍ er vongverjin í høgru Bárður J. Hansen er skaddur í knænum, meðan framrættaði Búi Egilsson er tøkur aftur eftir leikbann.
Hjá Víkingi er Ingi Jonhardsson, sum av og á hevur verið skiftur inn, skaddur. Vongverjin Bergur Gregersen er tøkur aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um landsliðsspælarin Andreas Lava Olsen er førur fyri at spæla. Hann var á beinkinum alla tíðina, tá ið Víkingur sunnudagin tapti 4-0 í Gundadali ímóti HB.
NSÍ – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.00.