23 ára gamli Filip Djordjevic heldur fram í Víkingi. Tað er greitt, eftir at partarnir hava undirskrivað tvey ára sáttmála.
Tað hevur drigið út við nýggja sáttmálanum hjá Filip, millum annað tí at onnur feløg eisini hava verið áhugað í honum, men nú er greitt, at Filip fer undir sítt sjeynda kappingarár í Víkingi næsta ár.
Filip hevur verið millum týðandi spælararnar í hópinum hjá Víkingi síðani 2012, tá ið hann kom úr KÍ. Filip hevur spælt 164 dystir í effodeildini og hevur skotið 25 mál.